Forsíða / Um pendla.fo / Privatar upplýsingar

Privatar upplýsingar

pendla.fo - SSL sertificeraðPrivatar upplýsingar við brúk av pendla.fo

Allir persónligar upplýsingar og dátur, sum tú leggur inn í pendla.fo, verða goymdar trygt og ikki brúktar til annað enn pendla.fo og altíð í tráð við galdandi lóggávu.

Tá tú skrásetir teg sum brúkara á pendla.fo, verður tú biðin um at lata okkum ávísar persónligar upplýsingar, so sum fornavn, eftirnavn, telefon nr. og teldupostbústað. Persónligu upplýsingarnar verða einans brúktar í sambandi við pendla.fo og fyri, at aðrir brúkarar á pendla.fo kunnu seta seg í samband við teg.

Av og á senda vit tær teldupost sum bert hevur við pendla.fo at gera. Hetta kann vera smáir tíðindastubbar, upplýsingar um dagføringar v.m.

Flutningur av persónligum dátum

Persónligar upplýsingar um teg og dátur frá tær verða undir ongum umstøðum fluttar, latnar ella seldar víðari.

Afturkalling og rætturin til at fáa upplýsingar

Tú hevur ræðisrætt til upplýsingar og dátur, sum vit hava fingið frá tær gjøgnum pendla.fo.

Allar upplýsingar, sum tú hevur lagt í skipanina, verða strikaðar tá/um tú strikar tín brúkara.

Cookies

Vit brúka sonevndar cookies í sambandi við tína nýtslu á pendla.fo. Vit goyma t.d. títt brúkaranavn og loyniorð. Cookies verða eisini brúktar fyri at fáa til vega hagtøl fyri pendla.fo.

Trygd

Pendla.fo er SSL sertificerað, hetta merkir at t.d. allar upplýsingar millum brúkarar blíva kryperaðar og kunnu soleiðis ikki koma út til 3. part.

Ovast