Nakrir fyrimunir við at pendla

- Prísurin á bensini og diesel hækkar fyri tað mesta,
- Tú sleppur frá strongdini, sum tað kann vera, altíð at koyra sjálvur,
- Tá onnur at koyra við tær, minka útreiðslurnar til bilin.
- Jú meira tú koyrir saman við øðrum – jú minni slit á motor og deilir,
- At koyra saman gevur eitt gott høvi at hitta og práta við onnur,
- Tú hittir nýggj fólk,
- Tú er við til at minka um føroyska innflutningin av olju,
- Tú gert títt til at minka um ferðsluna og tað verður lættari at finna P-pláss,
- Tú er við til at gera Føroyar grønari og reinari,
- Tú er við til at minka um luftdálkingina – tí útstoytsgass inniheldur CO2, sum elvir til veðurlagsbroytingar,
- Tú hjálpir tær sjálvum og øðrum við at koyra saman! 🙂
Tað vil siga: at koyra saman er sosialt, umhvørvisvinarligt og tú sparir pening!