pendla.fo – ein føroyskur pendlaraportalur
Á pendla.fo ber til hjá tær, sum pendlar við bili at finna onnur, at koyra saman við tær.
Eisini ber til hjá tær, sum ikki hevur bil, at ynskja fart.
Á pendla.fo kann einhvør skráseta seg sum brúkara, antin við bili og við ynski um at fáa onnur at koyra við sær, ella uttan bil og við ynski um at fáa fart við øðrum.
Sum brúkari á pendla.fo kanst tú stovna túrar, t.v.s. upplýsa hvaðani, hvagar og nær tú koyrir. Onnur, sum ynskja at koyra við tær, kunnu seta seg í samband við teg, og tit kunnu síðani gera nærri avtalu um at koyra saman.
Vit mæla til, at fólk sínámillum avtala kostnað. Ivast tú í, hvat er rímiligt gjald, hava vit gjørt vegleiðandi kostnað fyri nakar túrar, sí meira her…