Forsíða / Soleiðis virkar pendla.fo

Soleiðis virkar pendla.fo

pendla.fo - SSL sertificerað

Soleiðis virkar pendla.fo
Soleiðis virkar pendla.fo

Fyri at kunna brúka allar funkur á pendla.fo, eitt nú síggja allar upplýsingar um túrarnir og kunna seta teg í samband við annan brúkara, skal tú skráseta teg sum brúkara á pendla.fo. Hetta er lætt og ómakaleyst at gera á síðuni Skráset…

Tú hevur tveir møguleikar at skráseta teg. Tú kanst antin skráseta teg við brúkaranavni, loyniorði v.m. ella skráseta teg gjøgnum Facebook (um tú ert brúkari á Facebook).

Tá tú hevur skrásett teg, fært tú ein teldupost við einari leinkju, sum tú skal trýsta á. Tá tað er gjørt, er konta tín stovnað og virkin. Nú kanst tú innrita teg á pendla.fo og stovna tín fyrsta túr.

Á pendla.fo ber til at stovna tvey ymisk sløg av túrum:

  • túrar, har tú sjálv/ur er bilførari, sí túrar
  • ynski til túrar, tvs. at tú ikki hevur bil, men ynskir at fáa fart, sí ynski túr

Um tú ynskir at seta teg í samband við ein annan brúkara, antin tí at tú ætlar at koyra við honum, ella tí tú kanst bjóða honum fart, so gert tú tað við at velja ávísa túrin og har trýsta á “Set teg í samband við pendlara”. Hesin møguleikin er bert sjónligur, tá man er innritaður. Móttakarin fær tá ein teldupost frá tær. Heldur enn at senda ein teldupost, ber eisini til at ringja til viðkomandi. Telefon nr. stendur undir einstaka túrinum.

Gev gætur, at pendla.fo ikki fylgir við, hvør setur seg í samband við hvønn. Onki yvirlit er yvir, hvør hevur sett seg í samband við teg, ella hvønn tú hevur sett teg í samband við.

So einfalt er tað at brúka pendla.fo

  1. Skráset teg/stovna eina kontu
  2. Innrita
  3. Stovna ein túr ella ynski til ein túr

Set teg í samband við pendlara

  1. Set teg í samband við ein pendlara við at fara undir tann ávísa túrin
  2. Trýst á tann grøna knøttin “Set teg í samband við pendlara” og send honum tíni boð (tú kanst sjálvandi eisini ringja)

Broyt ella strika ein túr

Tú kanst altíð broyta ella strika tínar egnu túrar. Vel “Mínir túrar” undir “Mín konta”. Vel har túrin (ella ynski til túr), sum tú ynskir at broyta ella strika.

Trygd

Pendla.fo er SSL sertificerað, hetta merkir at t.d. allar upplýsingar millum brúkarar blíva kryperaðar og kunnu soleiðis ikki koma út til 3. part.

Les meira undir Privatar upplýsingar …

Ovast