Forsíða / Ofta spurt

Ofta spurt

Ofta spurt

Ofta spurt – Síggj svar uppá ofta settir spurningar her á síðuni

Um tú hevur spurning, sum tú ikki finnur svar uppá her, er tú vælkomin at senda okkum tín spurning. Vit skulu royna at svara sum skjótast. Um tín spurningur er relevantur fyri brúk av pendla.fo, kemur hann við her á ofta spurt síðuna.

Skal eg gjalda skatt av inntøkunum, sum eg fái, tá ið onnur koyra við mær? Um so er, hvussu skal tað so skattast?

Vit hava spurt okkum fyri hjá TAKS, har tey siga: ”útgangsstøðið í skattalógini er, at øll inntøka skal skattast. Tó kunnu útreiðslur sum fara til at vinna inntøkuna dragast frá, áðrenn inntøkan verður givin upp til skattingar.

Tað merkir, at eigarin av bilinum má føra roknskap yvir sínar inntøkur og útreiðslur í samband við, at pengar verða tiknir fyri at persónar koyra saman.

Roknskapurin skal so latast til TAKS í samband við viðgerðina av sjálvuppgávuni.”

Við øðrum orðum merkir hetta, at tú, sum hevur bil og letur onnur koyra við tær, skal gera eina uppgerð yvir inntøkur og útreiðslur, sum tú hevur av koyringini. Inntøkurnar eru sjálvandi pengarnir, sum tú hevur tikið ímóti. Útreiðslurnar eru brennievni, møgulig tunnilsgjøld og aðrar útreiðslur (t.d. trygging og vegskattur).

Um tú ikki hevur yvirskot av at lata onnur koyra við tær, skal tú heldur ikki gjalda skatt.

Er mark fyri, hvussu nógvar túrar man kann ynskja sær? – tvs. sum pendlari uttan bil.

Nei, einki mark er fyri tal av túrum, sum kunnu stovnast.

Um tú hevur stovnað fleiri túrar, síggjast allir undir hvørjum einstøkum túri, sum tú hevur stovnað, t.v.s. at leinkjur til allar túrar, sum tú hevur stovnað, eru knýttar at øllum tínum túrum.

Kann eg brúka pendla.fo á míni fartelefon?

pendla.fo - QR kodaJa, pendla.fo er gjørd til mobilar eindir eins væl og til vanligar skíggjar, pendla.fo er ein sokalla responsive design heimasíða, sum tillagar seg eftir eindini tú brúkar. T.v.s. óansæð um tú brúkar pendla.fo við iPhone, iPad, snildfon, vanligari teldu o.s.fr.

Skanna QR koduna, sum sæst til høgru, og fá pendla.fo á tína snildfon. Um tú ikki hevur ein QR skannara á tínari telefon, kann tú heinta ein her.

QR skannari til Android og iPhone..

Hvussu stovni eg mær ein brúkara?

Tú kann stovna ein pendla.fo profil á síðuni Soleiðis virkar pendla.fo. Profilurin kann stovnast uppá tveir mátar:

  1. Við at skriva tínar upplýsingar, t.v.s. navn, aldur, teldupost og telefon í teigarnar ovast á síðuni.
  2. Gjøgnum Facebook. Trýstur tú á bláa Facebook knøttin, so heintar pendla.fo upplýsingar frá Facebook, og tú tørvar vanliga ikki at lata aðrar upplýsingar, tó undantikið telefon nr. sum er neyðugt fyri at tey, sum ynskja at koyra saman við tær, kunnu seta seg í samband við teg – ella øvugt.

Tað er ókeypis.

Eg kann ikki innrita, hví?

Um so er, at tú hevur gloymt títt brúkaranavn og/ella loyniorð, kans tú trýsta á “Gloymt loyniorð” og verður tá teldupostur sendur til teldupostbústaðin tú upplýsti tá tú meldaði teg til pendla.fo.

Hvussu leggi eg mín túr inn?

So skjótt sum tú hevur stovnað tín profil, sí her, kanst tú undir Túrar stovna tín túr. Hvør brúkari kann stovna ein ella fleiri túrar.

Er tað ókeypis at nýta pendla.fo?

Ja, tað er ókeypis at nýta pendla.fo. Men fyri at kunna leggja ein túr inn, krevst, at tú er innritað/ur, t.v.s. at tú má skráseta teg sum brúkara.

Ovast