Forsíða / Kostnaður

Kostnaður

Vegleiðandi kostnaður

Á pendla.fo mæla vit til, at fólk sínámillum avtala ein rímuligan kostnað fyri koyringina.

Men hvat er ein rímiligur kostnaður? Hvat skal telja við?

Vit vísa her, hvussu tú kanst rokna út útreiðsluna til brennievni:

Kostnaður (kr) = Vegalongd (km) / Hvussu langt bilurin koyrir uppá liturin (km/l) * Prísur á brennievni (kr/l) 

Tað vil siga, at fyri at rokna út kostnaðin fyri ein túr, skal tú kenna vegalongdina. Her á heimasíðuni hjá Landsverki , ber til at finna vegalongdir millum allar bygdir í Føroyum.

Síðani skal tú kenna prísin á brennievni, sum jú javnan broytist. Her á heimasíðuni hjá Effo  finnur tú dagsins prís á diesel og blýfríum bensini.

Og at enda, kanst tú her á bilviden.dk , finna fram til, hvussu langt bilar koyra uppá liturin.

Dømi: Klaksvík-Havnar

Óli eigur ein Peugeot 206, 1,4, frá 2001, sum brúkar bensin. Óli koyrir millum Klaksvík og Havn fimm dagar um vikuna, aftur og fram. Jógvan, sum ikki eigur bil, koyrir við Óla.

  • Vegalongdin millum Klaksvík og Havn 75,3 km.
  • Bilurin koyrir 15,9 km/l.
  • Prísurin á bensini er 8,34 kr/l (27. desember 2015).

Kostnaðurin fyri brennievni at koyra túrin (einvegis) er tá = 75,3 km / 15,9 km/l * 8,34 kr./l = 39,5 kr. ≅ 40 kr.

Kostnaður fyri brennievni fyri eina viku = 40 kr. * 2 túrar/dagin * 5 dagar/viku = 400 kr.

Um Óli og Jógvan halda, at tað er rímuligt at deila kostnaðin javnt millum sín, skal Jógvan gjalda Óla 40 kr. fyri hvønn dag, ella 200 kr. um vikuna.

Onnur dømi

Talvan vísir dømi um hvat brennievni kostar tá koyrt verđur millum nevndu býir/bygdir. Støðið er tikið í, at bilurin koyrir 15,9 km/l og at brennievni kostar 8,34 kr. (eins og í døminum omanfyri). Vit hava rundað tølini upp til næstu krónu.

Túrur Kostnaður
Tórshavn Klaksvík 40 kr.
Tórshavn Runavík 34 kr.
Gamlarætt Tórshavn 8 kr.
Vágur Tvøroyri 11 kr.
Tórshavn Flogvøllur 25 kr.

Ovast