Forsíða / Góð ráð

Góð ráð

Umhugsar tú at lata onnur koyra saman við tær, ella tú við øðrum, so hava vit funnið nøkur góð ráð til tín so koyringin fæst at rigga sum best. Tað er nevniliga rættiliga sjálvsagt, at spurningar av ymiskum slag taka seg upp millum fólk, sum dagliga, ella ofta, koyra saman.

  • Tosið saman um, hvat ber til meðan koyrt verður. Roykja? Eta? Drekka? Lurta eftir útvarpi og tónleiki? Lesa bløð? Og møguliga annað…
  • Fólk, sum koyra saman, mugu semjast um peningaliga partin av koyringini. Um tvey, sum bæði hava bil, skiftast um at koyra, skal so gjaldast fyri hvønn kilometur ella fyri hvønn dag, ella skal man royna at báðir partar koyra líka nógvar túrar? Royni at finna ein rímiligan kostnað. Les meira um kostnað her.
  • Best er at semjast um eina fasta leið og halda seg til fastar klokkutíðir. Gott er eisini at hava tosað um, í hvønn mun, tað er í lagi at gera smáar stegðir á leiðini, t.d. fyri at fylla á bilin, keypa o.s.fr.
  • Um tit eru fleiri, sum koyra við sama førara, kann vera gott at hava avtalað, hvør verður heintaður fyrst/ur og hvør næst/ur o.s.fr. Somuleiðis á heimleiðini.
  • Eisini kann tað vera gott at hava eina “neyðætlan” um tað í einum tíðarskeiði (dag/dagar/vikur…) ikki ber til at koyra saman. Somuleiðis, um tað skuldi hent, at bilurin skal á verkstað ella um onkur er seinkaður….ella okkurt annað.
  • Tað er sjálvandi eisini umráðandi at hava gjørt greiða avtalu um nær og hvar fólk skulu heintast – um tað ikki er við hús.
  • Eisini er gott at hava avtalað, hvussu leingi bíðað verður, í so fall, at onkur er ov seinur. Tað kundi t.d. verið 2 minuttir.
  • Býtið um upplýsingar um bústað, telefon nr. (heima, arbeiðið og fartelefon). Ringið og sigið frá, um ikki ber til at koyra ella koyra við ein ávísan dag.
  • Eftirmeting: tá tit hava koyrt saman eina tíð, er gott at fáa eitt prát um, hvussu tað gongur við at koyra saman. Kann okkurt gerast betri ella annarleiðis?
  • Tað er í lagi at siga frá, um tú heldur, at ferðin er ov lág, ov høg ella um koyringin ikki er ábyrgdarfull.

Take care out there 🙂

Ovast