Skal eg gjalda skatt av inntøkunum, sum eg fái, tá ið onnur koyra við mær? Um so er, hvussu skal tað so skattast? - pendla.fo
Forsíða / FAQ / Skal eg gjalda skatt av inntøkunum, sum eg fái, tá ið onnur koyra við mær? Um so er, hvussu skal tað so skattast?

Skal eg gjalda skatt av inntøkunum, sum eg fái, tá ið onnur koyra við mær? Um so er, hvussu skal tað so skattast?

Vit hava spurt okkum fyri hjá TAKS, har tey siga: ”útgangsstøðið í skattalógini er, at øll inntøka skal skattast. Tó kunnu útreiðslur sum fara til at vinna inntøkuna dragast frá, áðrenn inntøkan verður givin upp til skattingar.

Tað merkir, at eigarin av bilinum má føra roknskap yvir sínar inntøkur og útreiðslur í samband við, at pengar verða tiknir fyri at persónar koyra saman.

Roknskapurin skal so latast til TAKS í samband við viðgerðina av sjálvuppgávuni.”

Við øðrum orðum merkir hetta, at tú, sum hevur bil og letur onnur koyra við tær, skal gera eina uppgerð yvir inntøkur og útreiðslur, sum tú hevur av koyringini. Inntøkurnar eru sjálvandi pengarnir, sum tú hevur tikið ímóti. Útreiðslurnar eru brennievni, møgulig tunnilsgjøld og aðrar útreiðslur (t.d. trygging og vegskattur).

Um tú ikki hevur yvirskot av at lata onnur koyra við tær, skal tú heldur ikki gjalda skatt.

Ovast