Ein føroyskur pendlaraportalur, pendla.fo
Forsíða / Tíðindi / Ein føroyskur pendlaraportalur!

Ein føroyskur pendlaraportalur!

pendla.fo – ein føroyskur pendlaraportalur!

pendla.fo - Responsive designVælkomin til pendla.fo, sum er ein nýggj føroysk heimasíða, ið bjóðar eina nýggja tænastu til allar føroyingar, sum ferðast við bili landsvegunum.

Pendla.fo er serliga ætlað pendlarum, sum dagliga ferðast langt við bili, t.d. millum heim og arbeiðspláss.

Pendla.fo er ein heimasíða, har bilførarar kunnu upplýsa nær, hvaðani og hvagar hann/hon koyrir, við tí fyri eyga, at onnur, sum skulu somu leið um somu tíð, kunnu seta seg í samband við bilføraran at vita um tey kunnu koyra við.

Øvugt kunnu onnur, sum ikki hava bil, men ynskja at fáa fart, eisini skráseta seg á pendla.fo. Hetta fyri, at tey, sum koyra í egnum bili, og koyra somu leið um somu tíð, kunnu bjóða viðkomandi at koyra við sær.

Einhvør kann skráseta seg sum brúkara á pendla.fo. Hetta óansæð um endamálið er at fáa fólka at koyra saman við sær, ella tað er fyri at fáa fart av og á.

Tað er nógvir fyrimunir við at koyra saman: minni dálking frá bilum, vit spara pening, fleiri tøk P-pláss og ja, vit koma at kenna fleiri fólk – les meira her um fyrimunir.

Pendla.fo er fíggjað av játtanini til umhvørvisverndartiltøk hjá Tórshavnar kommunu og verður heimasíðan rikin við stuðli frá Landsverki, Strandferðsluni, Umhvørvisstovuni, umframt Tórshavnar kommunu. Vit takka fyri stuðulin!

At hava ein pendlaraportal sum pendla.fo er ynski, sum bæði er staðfest í Skjótt syftir seiðir – tiltøka at minka um útlát av vakstrarhúsgassi (Umhvørvisstovan), í Samferðsluætlanini (Landsverk og Strandferðslan) umframt, at Tórshavnar kommuna í longri tíð hevur arbeitt við at menna kollektiva ferðslu.

Hevur tú spurningar ella annað, so er tú vælkomin at senda okkum tína hugsan.

Vinarliga
Toymið handan pendla.fo

Ovast